Um meg
Sniðgevin og seymikvinnan handan Serlitt er Ingibjørg Beder.
Ingibjørg er 26 ár, av Kambsdali og býr í Aalborg. Ingibjørg er útbúgvin klædnaatstøðingur og miðlagrafikari. Hon arbeiðir sum piercari í Mynova Studio, og fæst við Serlitt og ymiskar grafiskar uppgávur við síðunar av. Hon er uppvaksin í einum kreativum og rúmligum heimi, har hon lærdi at seyma, heilt frá barnaárum.
Hugsjón, dreymur og endamál
Endurnýtsla og Føroysk klæðir
“Eg havi altíð havt ein dreym um at sniðgeva og seyma klæðir. Samstundis havi eg eisini ringa samvitsku, hvørjaferð eg keypi meturvørur, tí eg kenni til støðuna í heiminum.
Sannleikin er tann, at er tað nakað vit ikki mangla, so er tað klæðir. Er tað nakað okkara jørð ikki manglar, so er tað dálking. Klædnavinnan er 3. mest dálkandi vinna, og tað stendur við og versnar.
Um eg skal kunna gera, tað eg elski við góðari samvisku, so er upcycling helst besta loys.
Eg havi altíð havt stóran kærleika fyri endurnýtslu. Tá eg havi funnið eitt flott toystykki, havi eg keypt tað, uttan at vita hvat tað skal brúkast til, men vitað, at tað fer at koma væl við.
Summarið 2023 tók eg allar mínar flottu endurnýtsludýrgripir fram, og seymaði fyrikløð burturúr teimum. Eftir at hava fingið fleiri fyrispurningar, havi eg í ár eisini seymað kýsar í ymiskum litum, eisini úr endurnýtslutilfari.”
Dubulttýdningur,
ikki ein stavivilla
Pløggini eru altíð gjørd úr úrvaldum endurnýtslutilfari. Tey einstøku pløggini hava tí sín egna dám, søgu og persónligheit – tey eru tí sjáldsom og serlig.
Eg arbeiði við ymiskum litum og litsamansetningum. Eg vil geva føroyingum møguleikan at velja ímillum so nógvar litir sum gjørligt. Føroysku klæðini hava uppiborið tilhoyr, ið er yndisligt, fagurligt og litfagurt.
Tí bleiv navnið til Serlitt.